JN

Aftur til Liverpool á tað árligu Beatles vikuna

...

2019-01-24 20:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingar sum hava áhuga fyri Beatles hava nú ein góðan møguleika at uppliva serliga Beatles stemningin sum er í Liverpool tá árliga Beatles vikan er.

Tað er62n.foog manningin handan StaðiðFM, nærvarpið í Vestmanna, teir eru Páll Hellu og Pauli Magnussen, sum fara at skipa fyri túrinum.

- Tað er ein vika sum er hvørt ár seinast í august, har bara beatlestónleikur og fyrilestrar og Beatles Convention (marked) og mangt annað er at fara til, greiðir Pauli Magnussen frá.

Páll Hellu gjørdi ein túr í fjør saman við einum ferðalagi úr Vestmanna, og vestmenningarnir vóru sera væl nøgdir við túrin.

Bæði Páll Hellu og Pauli Magnussen hava leingi havt stóran áhuga fyri Beatles. Páll hevur verið í Liverpool saman við Per Vium, sum er danskur Beatels serfrøðingur, og hevur verið í Føroyum feiri ferðir.

Pauli Magnussen hevur eisini verið í Liverpool saman við Suna Merkistein fyri ??tvarp Føroya. Teir báðir gjørdu tá 11 sendingar um The Beatles.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder