2014-02-06 18:24
SAMFERÐSLA: Áhugin var stórur, og stemningurin góður, tá floksformenninir í gjárkvøldið løgdu fram søguligu politisku semjuna um fast samband inn á Skálafjørðin og suður í Sandoynna. Stjórin á Landsverki hevði eina áhugaverda framløgu um ferðslukanningar, linjuføringar og aðrar tøkniligar upplýsingar í sambandi við ætlaðu tunlarnar.
Eini 60-70 fólk høvdu leitað sær leiðina í Miðlahúsið í Vágsbotni, tá stóra ætlanin og politiska semjan um nógv umrøddu Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin varð løgd fram í gjárkvøldið.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við tunnilsmálum, greiddi frá innihaldinum í politisku semjuni, og síðani fingu hinir floksformenninir orðið, har teir allir søgdu seg fegnast um, at tað umsíðir er eydnast at finna eina breiða semju um umstrídda málið, sum byrjaði fyri 12-13 árum síðani. Einasti floksformaður, sum barst undan at møta, var Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ið er staddur uttanlands í arbeiðsørindum. Í hansara stað møtti Alfred Olsen, løgtingsmaður.
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, hevði fingið sum uppgávu at kunna um linjuføringar, ferðslukanningar og onnur tøknilig fakta í sambandi við tunlarnar. Áhugaverda framløgan hjá honum sæst við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Sambært tíðarætlanini skal vera koyrandi millum Sund og Skálafjørðin í 2019 og millum Gomlurætt og Traðardal í Sandoy í 2021.
Tað var ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum, HUXA, sum hevði tikið stig til kunnandi fundin, ið varð varpaður út beinleiðis á Rás2 og streamaður á bæði Norðlýsingum og Vágaportalinum.
Orðstýrari var Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum.
Her eru nakrar myndir frá kunnandi fundinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald