JN

??r lembdi í mai og aftur nú í november

...

2018-11-27 18:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Ottar á Lofti í Sandavági gjørdist ikki sørt bilsin, tá ið hann sunnumorgunin fór at geva heimaseyðum sínum, tá ið hann opnaði hurðina á úthúsinum, har hann hevur seyðin, helt hann seg hoyra jarm frá smálambi - jú so var - eitt nýlembt lamb gekk í krubbuni ímillum heimaseyðin.

??rin lembdi í mai, hon fór saman við lambinum í hagan (Reynshaga) seinast í mai, og kom í heyst við við einum góðum veðurlambi, ið vág 38 pund.

Vit tóku hesar myndirnar við telefon í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder