Politikkur

Ádú, ádú, Fólkaflokkurin

...

2021-04-28 15:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ádú, ádú, Fólkaflokkurin

Brandur Sandoy hevði fyrr í dag eitt lesarabræv, har hann segði, at ósannindi ikki mugu standa ósvarað. Her vísti hann til, at eg ferð eftir ferð havi sagt, at raksturin hjá landskassanum øktist við 650 mió. kr. undir síðstu samgongu. Brandur Sandoy vil vera við, at veruligu vøksturin var 1,149 mia. kr.. Her vísir hann til, at útreiðslurnar hjá landskassanum í 2019, tá undanfarna samgonga legði frá sær, vóru 849 mió. kr. hægri, enn tá landsstýrið tók við í 2015. Harumframt vil Brandur Sandoy vera við, at undanfarna landsstýrið flutti útreiðslur fyri 300 mió. kr. frá landskassanum til Samhaldsfasta.

Eg eri púra samdur við Brandi Sandoy, at ósannindi ikki mugu standa ósvarað.

Av teimum 849 mió. kr. hjá Brandi Sandoy eru áleið 200 mió. kr. íløgur, tvs. eingangsútreiðslur og ikki afturvendandi rakstur.

Tí øktust rakstrarútreiðslurnar áleið 650 mió. kr. ??? ikki 849 mió. kr.

Brandur Sandoy sigur, at undanfarna landsstýrið flutti 300 mió. kr. úr landskassanum til Samhaldsfasta. Tað er ósatt. CEF-landsstýrið flutti ikki 300 mió. kr. úr landskassanum til Samhaldsfasta.

Heldur valdu vit at hækka inngjaldið í Samhaldsfasta við beint yvir 300 mió. kr., so vit kundu geva fólkapensjonistum 300 mió. kr. meira í útgjaldi. Hetta er ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur- at fíggja síni lyfti.

Fólkaflokkurin havt ábyrgdina av fíggjarmálum seks av seinastu 10 árunum. ??ll seks árini hevur landskassin havt stór undirskot. Tey fýra árini, Fólkaflokkurin ikki hevði ábyrgdina av fíggjarmálum, hevði landskassin metstór yvirskot. Hetta er ikki so løgið. Fólkaflokkurin hevur tað fyri at skerja inntøkurnar. Hetta er ein erlig søk, men so mugu útreiðslurnar eisini skerjast. Tað ger Fólkaflokkurin bara ikki. Tvørturímóti. Samstundis sum Fólkaflokkurin skerjir inntøkurnar, so vaksa útreiðslurnar við metstórari ferð. ??ll vita, at hetta ber ikki til.

Fólkaflokkurin veit tað eisini. Men heldur enn at taka í egnan barm, heldur Fólkaflokkurin áfram at siga somu lygn um onnur aftur og aftur í teirri trúgv, at sigur tú lygnina nóg ofta, so verður hon sannleiki. Eg skal heilsa Fólkaflokkinum, at soleiðis er ikki.

Aksel V. Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder