2015-11-26 13:19

Í gjárkvøldi setti Aðalsteinn Jónsson kós móti Ísland við fullari last av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystur úr Fugloynni. Aðalsteinn skal landa á Eskifirði.
Nú eru bara tvey íslendsk svartkjaftaskip eftir í føroyskum sjógvi, tey eru Jón Kjartansson og Venus, sum royna eystur úr Fugloynni - Faxi, Huginn eru í Islandi, har tey landa svartkjaft.
5 føroysk skip eru á feltinum, tey eru: Slættaberg, Jupiter, Norðborg, Christian í Grótinum, sum øll royna eystur úr Fugloynni og so Tróndur í Gøtu, sum nú roynir sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald