Lýsing

Aðalfundur verður 28. desember 2018 í Hotel Tórshavn

...

2018-12-22 10:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Aðalfundur felagsins verður hildin á Hotel Tórshavn fríggjadagin 28. desember 2018.
Byrjað verður kl. 10 við góðum morgunmati; m.a. egg, bacon og annað gott.

Aðalfundur felagsin skal haldast sambært grein 7 og grein 8 í viðtøkum felagsins:

§ 7
Aðalfundur

1. Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá FSN.

2. Atkvøðurætt hava bert limir, ið hava goldið limagjald fyri viðkomandi ár. Limagjald fyri viðkomandi ár fyri hvílandi limir, verður at krevja inn í mars mánaði ígjøgnum sjálvvirkandi inngjaldsskipan.

3. Skipast skal so fyri at limir, sum eru burtur, meðan valið fer fram, hava høvi til at greiða brævatkvøðu til nevndarval á skrivstovu felagsins. Atkvøðuseðlarnir verða upptaldir av grannskoðarum felagsins.

4. Nevndin skipar fyri, at atkvøðast kann við brævi teir seinastu 3 mánaðirnar framman undan aðalfundinum.

5. Limir, sum hava høvuðsstarv sítt innan sáttmálaøkið felagsins hava rætt at seta fram uppskot til støðutakan á aðalfundi. Formaður og nevndarlimir hava tó altíð rætt til at seta fram uppskot til aðalfundin??? uppskot skula minst 1 viku frammanundan verða komin til skrivstovu felagsins.

§ 8
1. Ársaðalfundurin verður hildin í desember/januar mánaði.

2. Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá ið nevndin ella í minsta lagi 15 % av virknu limum felagsins skrivliga krevja tað við tilskilan av máli, sum ynski er um at viðgera á fundinum.

3. Boðað verður til aðalfund við dagsskrá í minsta lagi 14 dagar frammanundan, við lýsing í minst einum føroyskum dagblaði, umframt at lýst verður í útvarpi dagin fyri og sama dag, sum aðalfundurin verður hildin.
Um mál hevur serligan skund kann nevndin avgera, at eykaaðalfundur kann lýsast við 5 daga freist.

4. Dagsskrá á ársaðalfundinum er henda:

a) Val av fundarstjóra

b) Frásøgn formannsins um virki felagsins í farna ári

c) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi

d) Val av nevndarlimum

e) Val av grannskoðara

f) Ásetan av limagjaldi

g) Ymiskt


5. Aðalfundurin er viðtøkuførur, tá minst 20 limir eru á fundi. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta, sí tó §§ 19 og 20. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, er uppskotið fallið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder