
Ársaðalfundur og 2. uppstillingarfundur hjá Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag verður mikudagin 27. feb.
Ská til ársaðalfundin sambart lógum felagsins.
Til uppstillingarfundin vera lokal umboð fyri flokkin, umframt eisini leiðandi persónar í flokkinum. Lagt verður upp til upplýsandi kjak um farna valskeið, og síðani eisini um politik og tilrættisleggjan av komandi løgtingsvali. Høvið verður eisini at heilsa uppá tey, ið ætla sær at stilla upp til komandi løgtingsval.
Til fundin verður eisini møguligt at gjalda limagjald og at tekna seg sum lim í nýggju sjálvvirkandi limagreiðsluni (meir er at finna um tað her: http://www.tjodveldi.fo/?page_id=483 )
Fundurin verður hildin í Búnaðarstovuni í Kollafjørði, frá kl 19.00 og úteftur.
Møtið fjølment!
-Nevndin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald