Hettatiltakið er avlýst vegna forfall.
Hóskvøldið, 6. mars kl. 19.30, skipar ABC barnahjálp fyri kunningartiltaki í missiónshúsinum í Miðvági. Hilda Viderø fer at greiða frá arbeiðinum í Liberia og Monica í Holusteini fer at fortelja um eina nýggja spennandi útbúgving.
Tíðindaskriv, 3. mars 2014
Hilda Viderø er leiðari fyri verkætlanini hjá ABC barnahjálp í Liberia. Hon fer at greiða frá hvussu tað gongur á barnaheiminum og hvørjar ætlanir vit hava komandi árini. Eisini fer hon at sýna myndir og filmsbrot. Hilda ferðast javnan til Liberia og hevur nógvar spennandi søgur at siga frá børnunum og landinum.
Monica í Holusteini, sum er í starvsvenjing hjá ABC barnahjálp, fer at hugleiða um sjálvboðið arbeiði og greiða frá útbúgving sínari. Monica lesur K3 á Diakonissestiftelsen á Frederiksberg. ??tbúgvingin vendir sær millum annað til fólk, ið ynskja at vera við í sjálvbodnum arbeiði.
Møguleiki verður at seta spurningar og ein drekkamuður verður at fáa.
Mynd:
Hilda saman við Opheliu og Henry. Ophelia varð tikin til barnasoldat bert 10 ára gomul. Hon var vitni til, at hermenn drupu mammu, pápa og tveir beiggjar hennara. Síðan tóku teir hana við sær og góvu henni eina maskinpistól. Ophelia gjørdist leiðari fyri egnari herdeild. Hon hevði einki val - gjørdi hon ikki, sum hon varð biðin, bleiv hon sjálv dripin. Tað hevur tikið drúgva tíð hjá henni at læra, tí fortíðin hevur sett so djúp spor í hennara sál og sinni, at hon hevur ilt við at finna frið og bindindi til læra. Ræðuligu tankarnir frá krígnum órógva hana nógv, men við hjálp frá ABC barnahjálp dugir hon í dag at lesa.
Henry er eisini eitt av børnunum á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp. Hann hevur serliga stuðul fyri neyðini fyri at mennast. Eitt barn, sum hann, hevur ikki góðar møguleikar í einum landi sum Liberia, men við hjálp frá ABC barnahjálp kann Henry fáa eitt got lív.
Hesi bæði eru tvey av teimum gott 40 børnum og ungu á barnaheiminum í Liberia, sum ABC barnahjálp stuðlar.
ABC barnahjálp í Føroyum stuðlar eisini umleið 60 børnum í Senegal.
Við tínari hjálp kunnu vit hjálpa enn fleiri.
ABC barnahjálp
Nólsoyar Pálsgøta 24
700 Klaksvík
T-postur: [email protected]
Tlf.: 222585
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald