2017-10-15 07:50
Í gjár var fult umfar í 1. deild í fótbólti, og í Vágum verður fylgt væl við hvussu tað gongur í 1. deild, og serliga hjá B68. Tì støðan í EFFO-deildini er, at 07 Vestur endar nummar 9, sum vanliga flytur niður, men av tí at B68 er nummar 4 í 1. deild, so er ein møguleiki at 07 Vestur verður verðandi í EFFO-deildini.
AB ið longu hevur tryggja sær uppflyting tók í gjár móti B68. AB vann dystin 2-0. Hevði KÍ fingið stig móti GIZA Hoyvík í gjár, so var 07 Vestur verðandi í EFFO-deildini, men Giza Hoyvík vann 3-1.
So alt verður avgjørt seinasta umfar.
B68 skal spæla móti ÍF, sum eru aftast við 0 stigum og einum málmuni á minus 151 mál.
KÍ skal spæla móti AB.
KÍ hevur trý stig fleiri enn B68 og ein málmun á 14 mál betri enn B68.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald