Í uppgerðini um Havnina í kvøld, tapti Kyndil fyrst kvinnudystin móti Neistanum - mansdysturin er júst liðugur og har vann Neistin eisini 28-31, støðan í hálvleikinum var 14-17 til Neistan.
Undan dystinum í kvøld lá Kyndil á 5. plássi við 15 stigum, Neistin hevði 12 stig á 6. plássi.
Tey flestu høvdu roknað við at Kyndil, sum fyri viku síðan gjørdist steypavinnari, eisini fór at kappast um finaluplássið í Atlantic Airways-deildini, men vónin hjá Kyndli kámaðist í kvøld, nú teir taptu fyri Neistanum, eisini leikti Kyndil javnt ímóti KÍF seinasta sunnudag.
SÍ støðuna niðanfyri.
Kyndil: Jan Pauli Johannesen, Mladen Mjerimacka, Hans Arni B. Thomsen, Andrias Sólsker 1, Julian Johansen 2, Josef Abrahamsen 4, Oyvind Lutzen 1, Høgni Klein Olsen 2, David Edvardsen 3, Hans Áki D. Christiansen, Hjalti Bachmann 1, Ludvík Súnason 1, Bárður Johannesen 2, Finnur Hansson 8, Bjarni Sørensen og Hørður F. Sigtórsson.
Neistin: Mikkjarl Hansen, Bjørn M. Mohr, John í Innistovu 9, Teitur Magnusson 5, Jón Ludvig, Rói B. Hansen, Andras Joensen 4, Herbjørn Lava, Jugoslav Djumic 5, Torstein Balle, Aleks Buha 2, Hjalti í Jákupsstovu 1, Blogoje Buha 3 og Terji Mørk 2.
Støður:
5. min. 2-2
10. min. 5-4
15. min. 7-9
20. min. 10-12
25. min. 13-14
30. min. 14-17
35. min. 16-20
40. min. 18-22
45. min. 20-25
50. min. 23-26
55. min. 23-28
60. min. 28-31
Dómarar: Heri Petersen og Eyðun Samuelsen.
Áskoðarar: 80.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald