2014-03-10 00:04
Dysturin í Vestmanna millum VÍF og Kyndil gjørdist sera spennandi í endanum, men líðini samdust um javnleik 23-23 eftir at støðan var 10-9 til VÍF í hálvleikinum.
Kyndil gjørdi alt fyri at vinna og teir seinastu minuttirnar hálaðu teir nógv inn - í 24. minutti komu teir uppá javnleik 21-21 og eftir tað kundi sigurin farið báðar vegir.
VÍF heldur tó fast um oddasessin, ímeðan møguleikin hjá Kyndli at koma í finaluna fánaði, við tað at teir bara fingu tað eina stigið við sær til Havnar.
VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen 4, Julian Olsen 5, Aki Egilsnes, Joen P. Høgnesen 3, Agnar Joensen 2, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic 3, Mads Eriksen 4, Tóki Seloy, Hanus Christoffersen, Filip Jojic 2, Sjúrður Nielsen, Sámal J. Djurhuus og Teish Rasmussen.
Kyndil: Jen P. Johannesen, Mladen Mjerimacka, Dávur Clementsen, Andrias Sólsker 1, julian Johansen 2, Josef Abrahamsen, Høgni Klein Olsen 1, David Edvardsen 7, Hans Áki D. Christiansen, Ludvík Súnason 2, Bárður Johannesen 4, Finnur Hansson 2, Bjarni Sørensen og Hørður F. Sigfusson 4.
Støður:
5. min. 2-0
10. min. 3-1
15. min. 4-2
20. min. 7-5
25. min. 8-6
30. min. 10-9
35. min. 12-9
40. min. 16-12
45. min. 18-15
50. min. 20-19
55. min. 22-22
60. min. 23-23
Dómarar: Dánial Samuelsen og Uni Wardum
Áskoðarar: 425
Hini úrslitini í Atlantic Airways-deildini í dag:
Neistin - H71 18-31
StÍF - Team Klaksvík 35-17
Støðan í Atlantic Airways-deildini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald