Vit hava sett Kára Nielsen landsliðsvenjara hjá mansliðnum í hondbólti nakrar spurningar um manshondbólt - Kári Nielsen metir, at KÍF og VÍF koma í finalurnar bæði í Atlantic Airways-kappingini og CocaCola-kappingini - Kári Nielsen sigur, at CocaCola-kappingin verður broytt í ár.
Hvat heldur tú um kappingina?
Eg haldi at kappingin verður meira jøvn millum fleiri lið enn undanfarin ár. Sjálvt um KÍF er tað mest roynda og samanspælda liðið, so eru næstan ongin dystur, har teir bara kunnu vinna uttan víðari. Hevur eitt lið ein off-dag so er tap í hend, næstan uttan mun til hvør mótstøðuliðið er. Og tað er sera gott fyri kappingina.
Hvat lið yvirraskar teg?
Aftur í ár hevur Neistin verði stórsta yvirraskilsi. Teir brúka sínar leikarar skilagott, hava eina spælskipan sum teir makta - og ikki minst er spæligleðin sum oftast framúr góð
Er tað nakað lið sum skuffar teg?
Eg haldi, at Kyndil hevur skuffað í teimum dystum har útlitið áðrenn dystin var gott. Teir tapa ímóti teimum niðaru (løttu)liðunum, men vinna ímóti toppliðum sum KÍF og VÍF. Teir hava enn ikki funnið balansuna á liðnum og ov nógv hongur á einstaklingum. Spælskipan fyri alt liðið manglar, ella er enn ikki fingin at virka.
Harafturat má Team Klaksvík verða eitt sindur skuffaðir, tí teir hava melda út, at teir ætla sær í báðar finalurnar. Enn er liðið langt frá hesum, tí bara ein dystur vunnin. Eftir míni metan er/var liðið alt ov ???smalt??? til at útrópa seg sum favorit. Sjálvt við góðum leikarum á liðnum, so má breiddin styrkjast munandi, bara fyri at hava ein møguleika at vera við har tað er stuttligt.
Er tað nakar leikari, sum tú serliga hevur lagt til merkis?
Eg eri serliga glaður fyri at so nógvir nýggjir ungir leikarar eru komir upp at spæla við AA. Tað er langt síðani, at ein so stórur evnaríkur bólkur (árg 94-96) er komin á 1.liðini og hava klára seg so væl. Tveir sum longu hava gjørt nógv um seg higartil er Áki Egilsnes og Julian Olsen frá VÍF og Kjartan Johansen hjá StÍF, men eg kundi nevnt fleiri aðrar, sum eisini eru í stórari menning.
Hvørji lið heldur tú koma í Atlantic Airways-finaluna og CocaCola-finaluna?
Her roknið eg heilt víst við at KÍF kemur í Atlantic Airways-finaluna helst ímótið VÍF. H71/Kyndil/Neistin/StÍF hava eisini møguleikan, men eg haldi at hann er nakað (væl) minni hjá teimum.
CocaCola kappingin verður umløgd soleiðis at tað verður spælt í 2 bólkum, teir verða gjørdir soleiðis, at úrslitini fram til jóla eru avgerandi hvør møtir hvørjum. Hetta er stór umvelting frá eini vanligari steypakappingini, har ???øll??? liðini, við einum hepnum lutakasti , verðuliga hava møguleika at koma í finaluna. Nú verður tað spælt sum eitt mini FM, bara stytri og í tveimum bólkum. Hetta kemur at gera, at tey stabilastu liðini verða sitaði til at hava bestu møguleikar at koma í finaluna. Mítt boð er tí at Steypafinalan og Atlantic Airways-finalan helst koma at hava somu lið, tvs KÍF- VÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald