Politikkur

Á tingborð í morgin: politiskt stýring av pressuni

...

2021-03-15 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Teirjournalistar, sum vilja tekkjast almennu myndugleikunum, skulu framyvir havastuðul. Aðrir skulu ongan stuðul hava

 

SjúrðurSkaale

Síðani 2017 hava privatu miðlarnir fingið eittlítlan almennan stuðul ??? tvær milliónir tilamans, sum eru býttar út á sjeymiðlar.

At tað almenna stuðlar privatum fyritøkum ergrundleggjandi ikki sunt, men miðlarnir vóru rættiliga kroystir fyri fáum árumsíðani. Lýsingarinntøkur fluttu til amerikanskar mastodontar sum facebook,samstundis sum kappingin frá útlendskum netmiðlum herdist.

At vit hava privatar, frælsar miðlar hevur stórantýdning fyri bæði mál, mentan - og sjálvt fólkaræðið. Tí varð hesin lítlistuðul latin Og tað er einki eindømi - tað er eisini gjørt í londum, sum havanógv størri marknað enn vit.

Mann kann kjakast um, hvørt skipanin var rættskrúvað saman, men hon hevur ið hvussu verið einføld og bílig at umsita, típengarnir eru býttir út eftir heilt einføldunm treytum. Síðani hava tær privaturedaktiónirnar rátt fyri, hvussu teir eru brúktir.

 

Landsstýrismaðursetir treytirnar

??tlanin var, at skipanin skuldi eftirmetasteftir nøkur ár ??? men tað verður ikki gjørt. Í staðin verður hon púra broytt.Uppskot um hetta kemur fyri á tingi í morgin. Nú skulu øll kunnu søkja umpengar at gera miðlatilfar fyri, og so skal ein almenn nevnd gera av, hvør skalhava og ikki.

Rætturin at gera av hvussu pengarnir skulubrúkast verður altso fluttur frá privatu redaktiónunum til eina almenna nevnd.Mann kann siga, at henda nevnd í veruleikanum verður eitt nýggj, almennredaktión.

Nevndin skal kortini eisini hava nakrartreytir at arbeiða eftir ??? og tær treytirnir skal Jenis av Rana,landsstýrismaður, seta.

Vit skulu altso hava eina almenna nevnd, sum ???sambært treytum frá landsstýrismanninum ??? skal gera av, hvat skal skrivast ogframleiðast fyri pengarnar.

 

Vansar

Hetta merkir fyri tað fyrsta, at skipaninverður nógv dýrari at umsita. Tað er jú hugsandi, at sera nógvar umsóknir komainn, og tær skulu allar vurderast við støði í tí, sum landsstýrismaðurin vilhava.

Fyri tað næsta verður tað, sum skal rindastút, helst pettað sundur í sera smáar bitar.

Fyri tað triðja er lítið sannlíkt, at verandi(veiku) miðlar fara at fáa stórvegis gagn av skipanini, tí miðlaarbeiði er ikkisum gransking ella mentanararbeiði. Tað snýr seg ikki um ???verkætlanir???. Taðsnýr seg um at viðgera tað, sum hendir her og nú. Eingin miðil í heiminum hevur???verkætlanir??? sum ganga hálvt ár fram.

Fyri tað fjórða er hugsandi, at nógvar av???verkætlanunum??? skulu almannakunngerast á sosialu miðlunum. Altso á júst teimumpallum, sum farnu árini hava tikið so nógvar lýsingarpengar frá føroyskumiðlunum. Hetta fer sostatt at gera tað enn minni lokkandi hjá føroyskumfyritøkum at lýsa í føroyskum miðlum.

Fyri tað fimta hevur ein almenn nevnd eingifíggjarlig atlit at taka. Hon situr líka trygg í sessinum um hon sigur ja tilhetta ella hitt. Soleiðis er ikki við einum privatum miðli. Tað, hann ger, mákunna seljast. Men tá hann skal søkja eina almenna nevnd um pengar, má hannseta tey fíggjarligu atlitini til viks, tí hann skal tekkjast almennu nevndini.Og hon tekur ikki atlit til marknaðin, men til tær treytir, sum Jenis av Rana setirupp.

Fyri tað sætta er hugsandi, at treytirnar hjáJenisi fara at gelda pressuna. Hann hevur jú í útvarpinum boðað frá, at honumikki dámar kritiskan journalistikk. Sjálvt í public-service sáttmálanum, sumKringvarpið arbeiðir eftir, vil hann hava tikið tað burtur, at Kvf skal verakritiskt. Fara hansara treytir fyri miðlastuðli at endurspegla hesa hugsan, fáavit eina enn meira tannleysa pressu.

 

Politiskstýring

Samanumtikið er hugsandi, at við teirribroyting, sum Jenis hevur skotið upp, fara vit at fáa eina skipan, harpolitiski myndugleikin ger av, hvat privata pressan skal skriva. Tann miðil,sum tekkist myndugleikanum, fær stuðul ??? aðrir fáa ongan stuðul.

Hetta er altso ikki bara politiskt útluting avjournalistikki, men rætt og slætt politisk stýring av privatu pressuni.

Fólaflokkurin tosar um, at tað almenna er ovstórt og dýrt, og at vit skulu hava minni almenna stýring. Við hesum verður taðalmenna størri, dýrari og meira stýrandi.

Sambandsflokkurin sigur seg vera liberalan.Hetta er alt annað enn liberalt.

Mann bara vóna, at hesir flokkar faraat taka síni egnu stevnumið í álvara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder