
Hagstovan: Í apríl vórðu knappar 900 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 50 milliónir fleiri í mun til sama mánað í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.
Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru lønargjaldingarnar nú aftur farnar at vaksa.
Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.
Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum.
Soleiðis flætta tit grafin á tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani ???Flætta graf í síðu???. Trýstið á knøttin ???Avrita kotu??? og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.
Menn og kvinnur
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í apríl áttu menninir 535 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 17 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 362 milliónir, sum eru 36 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Trendurin vísur, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram. Hjá monnunum eru lønargjaldingarnar nú aftur farnar at vaksa, tó ikki við somu ferð, sum undan koronufarstórrini.
Vinnugreinar
Trendurin vísir, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu', meðan í 'privatu tænastuvinnunum' er vøksturin avtakandi. Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' er lønargjaldingar steðgaðar upp.
Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri.
Lønargjaldingar, vinnugreinar
12 mánaðarskeið 2019/20 og 2020/21
mai ??? apríl | munur | |||
---|---|---|---|---|
2019-20 | 2020-21 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 10.198,9 | 10.342,3 | 143,3 | 1,4 |
Almenn fyrisiting v.m. | 3.348,3 | 3.552,1 | 203,8 | 6,1 |
Almenn o.o. tænasta | 3.348,3 | 3.552,1 | 203,8 | 6,1 |
Privatar tænastuvinnur | 3.115,7 | 3.183,2 | 67,5 | 2,2 |
Handil og umvæling | 886,1 | 953,5 | 67,4 | 7,6 |
Gistihús og matstovuvirki | 155,4 | 143,8 | -11,6 | -7,5 |
Sjóflutningur | 455,1 | 452,4 | -2,7 | -0,6 |
Flutningur annars | 364,5 | 341,3 | -23,2 | -6,4 |
Postur og fjarskifti | 135,1 | 138,9 | 3,8 | 2,8 |
Fígging og trygging | 362,0 | 367,2 | 5,2 | 1,4 |
Vinnuligar tænastur | 417,8 | 420,8 | 3,0 | 0,7 |
Húshaldstænastur | 104,3 | 113,2 | 9,0 | 8,6 |
Felagsskapir, mentan o.a. | 235,4 | 252,0 | 16,6 | 7,0 |
Byggivinna o.o. tilvirking | 1.679,8 | 1.706,0 | 26,1 | 1,6 |
Skipasmiðjur, smiðjur | 345,3 | 331,0 | -14,3 | -4,1 |
Annar ídnaður | 289,1 | 301,7 | 12,6 | 4,4 |
Bygging | 966,3 | 987,1 | 20,8 | 2,2 |
Orku- og vatnveiting | 79,2 | 86,2 | 7,0 | 8,9 |
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna | 2.055,1 | 1.901,0 | -154,1 | -7,5 |
Landbúnaður | 25,6 | 24,7 | -0,8 | -3,2 |
Fiskiskapur | 1.108,3 | 926,0 | -182,3 | -16,5 |
Ali- og kryvjivirki | 442,0 | 476,5 | 34,5 | 7,8 |
Ráevnisvinna | 58,8 | 62,7 | 3,9 | 6,6 |
Fiskavøruídnaður | 420,3 | 399,2 | -21,1 | -5,0 |
??tilskilað v.m. | 0,2 | 11,9 | 11,7 | 6.755,1 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald