Vinna

875 milliónir í lønum í februar - vøksturin nærum steðgaður upp

...

2021-03-15 17:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í februar vórðu 875 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 17 milliónir færri í mun til sama mánað í fjør.

??tgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum eru lýstar á myndini niðanfyri. Trendurin vísir, at vøksturin í lønargjaldingunum er nærum steðgaður.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.LønargjaldingarMánaðarliga??tgoldin lønÁrstíðarjavnað lønTrendurApr '16Jul '16Okt '16Jan '17Apr '17Jul '17Okt '17Jan '18Apr '18Jul '18Okt '18Jan '19Apr '19Jul '19Okt '19Jan '20Apr '20Jul '20Okt '20Jan '211990200020101.0005007501.250875 mió. kr.Februar 2017??? ??tgoldin løn: 749 mió. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.

Í februar áttu menninir 548 milliónir av lønargjaldingunum. Tað er 35 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 327 milliónir, sum eru 18 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Lønargjaldingar, kynútgoldin løn, trendurMannfólkTrendurKonufólkTrendurApr '16Jul '16Okt '16Jan '17Apr '17Jul '17Okt '17Jan '18Apr '18Jul '18Okt '18Jan '19Apr '19Jul '19Okt '19Jan '20Apr '20Jul '20Okt '20Jan '2119902000201020200250500750547,9 mió. kr.326,7 mió. kr.

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa lønargjaldingarnar, og sterku strikurnar vísa trendin. 

Meðan vøkstur framvegis hómast í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum', er vøksturin steðgaður upp í 'byggivinnu o.a. tilvirking' og 'fiskivinnu o.a. tilvirking'.

Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarútgoldin løn, trendurTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaMai '16Sep '16Jan '17Mai '17Sep '17Jan '18Mai '18Sep '18Jan '19Mai '19Sep '19Jan '20Mai '20Sep '20Jan '2120002020150200250300350275,5 mió. kr.303,7 mió. kr.
Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Lønargjaldingar, vinnugreinabólkarútgoldin løn, trendurFiskivinna o.o. tilfeingisvinnaTrendurByggivinna o.o. tilvirkingTrendurPrivatar tænastuvinnurTrendurAlmenn o.o. tænastaTrendurMai '16Sep '16Jan '17Mai '17Sep '17Jan '18Mai '18Sep '18Jan '19Mai '19Sep '19Jan '20Mai '20Sep '20Jan '21200020200100200300188,6 mió. kr.132,6 mió. kr.

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. 

Lønargjaldingar, vinnugreinar

12 mánaðarskeið 2019/20 og 2020/21

 mars ??? februarmunur
 2019-202020-21mió. kr.%
Tilsamans10.133,010.242,5109,61,1
Almenn fyrisiting v.m.3.328,43.506,6178,35,4
Almenn o.o. tænasta3.328,43.506,6178,35,4
Privatar tænastuvinnur3.138,13.110,3-27,8-0,9
Handil og umvæling890,4924,634,23,8
Gistihús og matstovuvirki166,4130,5-35,9-21,6
Sjóflutningur451,4452,41,00,2
Flutningur annars367,6337,2-30,4-8,3
Postur og fjarskifti137,3137,1-0,2-0,1
Fígging og trygging361,4363,92,50,7
Vinnuligar tænastur420,2411,4-8,8-2,1
Húshaldstænastur105,8108,62,82,7
Felagsskapir, mentan o.a.237,8244,56,82,8
Byggivinna o.o. tilvirking1.657,51.698,240,72,5
Skipasmiðjur, smiðjur341,0333,4-7,6-2,2
Annar ídnaður292,1294,62,50,9
Bygging945,9985,239,44,2
Orku- og vatnveiting78,684,96,48,1
Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna2.008,91.927,4-81,5-4,1
Landbúnaður25,524,5-1,0-3,8
Fiskiskapur1.078,1962,4-115,7-10,7
Ali- og kryvjivirki429,0472,643,610,2
Ráevnisvinna58,361,12,84,8
Fiskavøruídnaður417,8397,5-20,3-4,9
??tilskilað v.m.0,29,29,05.210,1

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og ??tilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder