JN

82-ára gamli havnamaðurin Hákun Mortensen startaði oljufýringina á Giljanesi

...

2013-11-27 21:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú er hitin settur til í nýggja skúlabygninginum á Giljanesi. 

Tað var havnamaðurin Hákun Mortensen, sum tendraði óljufýringina til nýggja skúlabygningin.

 Fyritøkan Maria Poulsen hevur staðið fyri hita og sanitetarbeiðinum. Kristian á Dul stjóri hjá Mariu Poulsen greiddi frá, at hann hevði boðsent Hákun Mortensen, sum arbeiddi hjá fyritøkuni í 1960 tá gamli skúlabygningurin á Giljanesi varð bygdur, Hákun var arbeiðsformaður hjá Mariu Poulsen og tendraði eisini oljufýringina í 1960 - tí helt stjórin - Kristian á Dul - at tað var hóskiligt, at 83-ára gamli Hákun Mortensen eisini tendraði fyri hitanum nú - 53 ár seinni.

Frintligi Hákun Mortensen greiddi frá umstøðunum tá og nú, hann vísti fólkinum, sum vóru samankomin í fýrrúminum, eitt borð, sum teir gjørdu, at hava vestur við í 1960, borðið verður brúkt enn í fyritøkuni Mariu Poulsen. Hákun greiddi frá ferðamøguleikunum tá og nú - hann búði í Sandavági hjá Jenhild og Símun Danielsen, ímeðan hann arbeiddi á Giljanesi summarið 1960 - eisini greiddi hann frá, at smiðirnir Símun Danielsen, Mourits á Dunga o.a. dugnaligir menn úr Vágum arbeiddu hjá fyritøkuni Mariu Poulsen tað summarið.

??tlandi verður nýggi Skúlin á Giljanesi tikin í brúk um mánaðarskiftið januar/februar í 2014.

Vit tóku nakrar myndir í fýrrúminum í dag. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder