Annar dagurin í einstaklingakappingini er nú liðugur, og tað hevur gingið so mikið gott, at 7 út av 10 leikarum hava spælt seg víðari í fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar í morgin hósdagin.
Tey, sum hava leikt seg víðari eru:
Einmansleikur, kvinnur - Rannvá Djurhuss Carlsson, Kristina Eriksen og Gunnva Jacobsen.
Einmansleikur, harrar - Bartal Poulsen og Niclas Eysturoy
Tvímansleikur, kvinnur - Sissal Thomsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir
Blandaður Tvímansleikur - Rannvá Djurhuus Carlsson og Niclas Eysturoy
Sum tit kanska hava lagt til merkis, so spæla allar fimm genturnar í morgin.
Skráin fyri í morgin sær soleiðis út:
kl. 09.00
Niclas Eysturoy spælir ímóti Alex Hutchings frá Jersey
Bartal Poulsen spælir ímóti Paul Le Tocq frá Guernsey
kl. 9.40
Rannvá Djurhuus Carlsson spælir ímóti Kimberly Clague frá Isle of Man
Gunnva Jacobsen spælir ímóti Sara Lindskov Jacobsen frá Grønland
Kristina Eriksen spælir ímóti Jessica Li frá Isle of Man
kl. 11.00
Sissal Thomsen og Sólfríð Hjørleifsdóttir spæla ímóti Elena Johnson og Chloe Le Tissier frá Guernsey
kl. 11.40
Rannvá Djurhuus Carlsson og Niclas Eysturoy spæla ímóti Milka Brøndlund og Jens-Frederik Nielsen frá Grønlandi
Tað verður aftur ein spennandi dagur í morgin. Koyr á F??ROYAR!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald