Eiðis kommuna skrivar:
6 ÁRA GAMLA JENNLEYG BJARGAÐI 4 ÁRA GOMLU T??RUNN
Tað er týskvøld 17. juni, og klokkan er umleið 18:00. Brádliga er Tórunn Kruse burtur. Seks ára gamla Jennleyg Kallsoy stendur spyrjandi. Hvar er fýra ára gamla vinkona hennara? Jennleyg sær bara hundin Jen, ið er av slagnum Border Collie. Hundin eigur Tórunn saman við beiggja sínum Petur.
- Eg sá, at Jen hugdi niður í eitt hol, greiðir Jennleyg frá.
Vit eru á Eiði. Inni í stovuni heima stóð André Kruse, pápi Tórunn. Hann hevði júst sagt ja til, at dótturin Tórunn og Jennleyg kundu fara ein túr við Jen, men bað tær verða í grannalagnum. Guðrun Tóradóttir Jacobsen, mamma Tórunn, var somuleiðis har. Tey høvdu øll verið uttan fyri húsini, meðan genturnar spældu uttanfyri. Tá ið André fór inn eitt ørindi, fór Guðrun at hanga klæðir á snórin, meðan genturnar fóru ein túr við hundinum Jen.
- Tað ganga bara nakrir fáir minuttir, so hoyri eg eitt ræðuligt skríggj, greiðir Guðrun frá. Eg hoyri beinanvegin, at tað er Tórunn, og at okkurt er heilt galið. Eg rópi hvat bagir, sleppi klemmum og klæðum og renni ímóti ljóðinum.
Sjónina, ið Guðrun møtti, fer hon ongantíð at gloyma. Fýra ára gamla dótturin Tórunn stóð rennvát frá topp til tá, og undir hennara lið stóðu Jennleyg og Jen. Beint í hølunum á Guðrun kom eisini André, ið somuleiðis hevði hoyrt rópini inn, og hann var ei heldur í iva, at okkurt var, ið tað ikki átti. Fýra ára gamla dótturin Tórunn var dottin í eitt hol.
- Vit renna inn í garðin hjá okkum, lata Tórunn úr klæðunum og renna upp undir brúsuna við henni. Eg fari so út aftur til Jennleyg, ið lá á trampolinini og bíðaði eftir foreldrunum. Tá fortelur hon mær, at Tórunn var dottin í ein rottanga í grannalagnum, og at hon sjálv varð vorðin vát um knøini, tí hon mátti leggja seg á knæ fyri at toga Tórunn uppaftur, fortelur Guðrun Tóradóttir Jacobsen.
Hóast Jennleyg tóktist púra rólig alla tíðina, var hon kortini ávirkað av hendingini.
- Eg var bangin, og beinini ristust, greiddi hon foreldrum sínum frá, tá ið tey komu eftir henni. Hon var fyrr upp á dagin farin heim úr barnagarði við Guðruni, ið er gumma hennara, og fýra ára gomlu vinkonuni Tórunn.
Dagin eftir hendingina, tá ið øll høvdu sissað seg eitt sindur, royndu foreldrini at tosa við genturnar um hendingina, ið tær høvdu verið úti fyri. Guðrun Tóradóttir Jacobsen greiðir soleiðis frá:
- Tórunn segði, at hon rakk ikki niður á botn í rottanganum, men royndi at fáa høvdið undan. Tað riggaði ikki fyrstu ferð, men so riggaði tað. Jennleyg, ið av fyrstan tíð ikki sá Tórunn, sá bert Jen, ið hugdi niður í rottangan, har ið Tórunn var dottin niður í.
- Eg royndi at taka í armin á Tórunn, men hon fór undir aftur. So kom Tórunn uppaftur, rætti armarnar upp, eg tók í handliðina og togaði hana upp, greiðir lítla stóra hetjan frá um hendingina, og hvussu hon hjálpti fýra ára gomlu vinkoni sínari upp úr rottanganum aftur og ivaleyst bjargaði lívi hennara.
Guðrun Tóradóttir Jacobsen og André Kruse eru sera takksom fyri, hvussu Jennleyg tók sakina í egnar hendur.
- Vit hava ikki orð fyri, hvussu takksom vit eru fyri tað stóra bragdið, ið Jennleyg hevur framt. Hon var púra rólig og kundi ikki havt handlað rættari. Hon er ein sonn hetja í okkara eygum, tí hon hevur satt at siga bjargað dóttir okkara, sigur Guðrun Tóradóttir Jacobsen at enda um týsdagin, ið byrjaði sum allir aðrir týsdagar, men sum at enda gav teimum ein ordiligan hvøkk, ið fekk tíðina at steðga eina løtu.
Fýra ára gamla Tórunn var týðiliga illa fyri av hendingini, fekk fepur og spýði, og seinni um kvøldið sama dag fór hon á Landssjúkrahúsið, men til alla lukku hevði hon ikki fingið mein av hendingini. Hesum eigur seks ára gamla vinkonan Jennleyg Kallsoy eina stóra æru í og ikki at gloyma hundin Jen. Tórunn og Jen eru ógvuliga væl og fáa dagliga stóra gleði av hvørjum øðrum, og tað fingu tey eisini hendan dagin.
MYND: Tórunn (t.v) og Jennleyg (t.h) saman við hundinum Jen nakrar dagar eftir hendingina, ið tíbetur endaði væl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald