JN

612 kvinnur og 611 menn fleiri nú enn við ársbyrjan 2014

...

2016-06-14 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkatalið var 49.376 tann 1. mai í ár og er vaksið við 587 fólkum síðani 1. mai í fjør. Tað svarar til 1,2%, ið er stórur fólkavøkstur eftir einum ári. Sostatt heldur sama góða gongdin í fólkatalinum fram, sum vit hava sæð nú í skjótt hálvttriðja ár.

Vøksturin í fólkatalinum kemur í fyrsta lagi av eini nettotilflyting á 354, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og í øðrum lagi av einum burðaravlopi á 233, ið er munurin millum fødd og deyð. Gongdin seinastu 10 árini og vendið síðani veturin 2013-14 sæst í myndini niðanfyri.


Tað, sum hevur vent gongdini, er ikki burðaravlopið, tí føðitalið er ikki veksandi og deyðatalið er heldur veksandi enn minkandi. Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur av flytingini, har serliga fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein lítil vøkstur í tilflytingini. Hesi høvuðstølini síggjast í myndini niðanfyri.

 

Hjá kvinnum er størsti vøksturin í yngru ættarliðunum

Síðstu trý áratíggjuni hevur verið ein veksandi skeivleiki í aldursamansetingini tann vegin, at tann yngri parturin av fólkinum hevur verið støðugt minkandi, samstundis sum tann eldri parturin eru blivin støðugt fleiri.

Ein positiv broyting er í ferð við at henda í hesum veksandi skeivleikanum, soleiðis at nú er talið av tí yngra partinum av fólkinum aftur farið at veksa, takkað verið broytingini í flytingini, við at færri av teim ungu flyta úr Føroyum og fleiri flyta til Føroya.

Hetta sæst í myndini niðanfyri, ið vísir broytingina hjá monnum og kvinnum í fýra høvuðsaldursbólkum, frá ársbyrjan 2014, tá fólkatalið aftur fór at veksa, og til nýggjastu uppgerðina fyri 1. mai 2016.

Serliga stór er broytingin hjá kvinnum, har størsti vøksturin frá ársbyrjan 2014 til nú er í aldursbólkinum 20-39 ár. Samantikið blivu kvinnurnar yngri enn 40 ár 326 fleiri, meðan tær eldru enn 40 ár blivu 286 fleiri. Hjá monnum veksur tað eldri ættarliðið enn meir enn tað yngra, men munurin er minkandi.
 

 

Størsti fólkavøkstur í Streymoyar og Vága sýslum ??? stór minking í Suðuroy

Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar nógv í Suðuroy. Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,2% hetta 12-mánaðarskeiðið, er tað ein minking í Suðuroy á 1,5%, sum ger at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum.

Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 319. Lutfalsliga er størsti vøksturin javnt stórur í Vága sýslu við 1,8% og Tórshavnarøkinum og Streymoyar sýslu annars við 1,7%.


Í kommununum er nógv størsti vøksturin í tali í Tórshavnar og Runavíkar kommunum við ávikavist 371 og 95 fólkum. Síðani í báðum kommununum í Vágum við 54 fólkum tilsamans, Klaksvíkar kommunu við 37 fólkum og í Sunda kommunu við 32. 

Í tali er størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu við 33 fólkum. Lutfalsliga er størsta minkingin í Húsa og Hovs kommunum við ávikavist 13 og 10%.


Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, stendur fólkatalið sum heild í stað ella minkar nakað í útoyggjum - uttan í Svínoy, har fólkatalið veksur við einum triðingi. Í stóru oyggjunum er tað bara minkandi fólkatal í Suðuroy.

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum .

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder