JN

61 tilburðir í gjár

...

2021-12-18 20:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru 61 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

3444 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 363 smittað og trý eru innløgd við koronu í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder