Serliga í ár síggja vit, at nógvir lærarar rýma 60 og gott 60 ára gamlir, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags
Tænastumannasettir lærarar hava enn møguleikan at fara frá við eftirløn, tá viðkomandi er fyltur 60 ár. Seinastu fáu árini hava nógvir lærarar, ið eru um 60 ára aldur, takkað fyri seg í fólkaskúlanum. Orsøkin til tað, heldur formaður Føroya Lærarafelags, vera, at hesir lærararnir ikki hava orku ella hug til at seta seg inn í alt tað nógva nýggja, sum er komið inn í skúlan seinnu árini.
- Fyri fáum árum síðan sóu vit, at lærarar vóru um pensjónsaldur, tá ið teir valdu at fara frá. Nú er gongdin broytt, og lærarar vilja frá áðrenn. Serliga í ár síggja vit, at nógvir lærarar rýma 60 og gott 60 ára gamlir, sigur Herálvur Jacobsen.
Formaður Føroya Lærarafelag heldur ikki, at lærarar sum heild eru bangnir fyri at taka við nýggjum. Heldur hinvegin.
- Trupulleikin er, at ymiskt nýtt verður sett í verk, uttan at orka og tíð verða sett av at fáa hetta at virka. Tað verður bara smoygt yvir høvdið á lærarunum. Setir tú stórar broytingar í verk, so sum nýggjar námsætlanir, nýggjar próvtøkuhættir, og serliga skiftið til undirvísingargongdir í staðin fyri verandi próvtøkuuppgeving, so eigur hetta at verða væl fyrireikað, kunnað og gjøgnumarbeitt, tí hetta er alt fullkomiliga øðrvísi enn tað, lærarar eru vanir við. Avleiðingin av, at tað ikki verður gjørt, og tey nógvu ivamálini, ið stinga seg upp, ger, at tey, sum hava kjansin at fara frá, taka av, tí hetta er ovboðið. Hetta er ikki bara galdandi fyri lærarar, sum eru um pensjónsaldur ella nærkast pensjónsaldri. Nógvir yngri lærarar halda eisini, at pappírsarbeiðið er blivið alt ov stórur partur av lærarastarvinum.
Skúlaleiðslurnar eru so upphongdar av undirvísing og praktiskum uppgávur, at tær hava ikki orkuna og tíðina at skipa tilgongdina at fáa nýggju tiltøkini at virka.
- Tí er tað uppgávan hjá Mentamálaráðnum at syrgja fyri, at læra lærararnar upp, men tað gera tey í sera lítlan mun. Førleikamenning á staðnum átti at verið ein partur av ársverkinum hjá lærarum, sum leiðslan stendur fyri ella fekk tey røttu fólkini at standa fyri.
Donsk kanning vísir, at orsakað av nýskipanini í danska fólkaskúlanum, hava 64 prosent av fólkaskúlalærarunum hug at leita sær úr fólkaskúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald