JN

5.570 harur skotnar

...

2014-01-02 05:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sambært nýggjastu hagtølunum frá Haruskjóting v/ Eyðfinn Magnussen, so eru skotnar 5.570 harur:

N?? ERU VIT KOMNIR UPP Á 5.570 HARUR

Nú er harutíðin liðug á hesum sinni.

Tilsaman havi eg skrásett 5.570 harur, sum eru skotnar á 587 túrum kring landið.

Trýggir teri seinastu dagarnir hilnaðust rímuliga væl:

Leygardagin 28. desember - 152 harur á 26 túrum
Mánadagin 30. desember - 447 harur á 50 túrum
Týsdagin 31. desember - 271 harur á 35 túrum

Enn manglar helst onkur tøl, sum eg enn ikki havi fingið. Eg fari tí at heita á tykkum, um at senda mær tølini; entin við at skriva tey beinleiðis her inn á síðuna, ella at senda mær tey við telduposti á:

[email protected]

Eg fari eisini at heita á tykkum, um at fara í gjógnum listan (Excel-rokniarkinum), sum kann lesast á leinkjuni:

https://www.dropbox.com/s/zc136e7ub99b6l4/Haruveida_2013_alment.xlsx

Kanna eftir, at alt er í lagi. Um okkurt manglar ella um onkru feilur er í, vinarligast sendi mær so tølini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder