2014-12-05 13:36

Frystitrolarin Oryong 501 úr Suður-Korea sakk í ódnaðveðri í Beringshavinum mánadagin. Manningin taldi 60 mans, 7 vórðu bjargaðir, ímeðan teir sakna 52 mans, teir hava finnið eitt lík.
Sambært keldu úr Suður-Korea fekk trolarin slavsíðu, eftir at teir fingu ein sjógv, tað var stormur og ringur sjógvur. Trolarin var til fiskiskap í russiskum sjógvi. Umborð var ein russiskur eftirlitismaður, 35 indonesarar, 13 menn av Filipsoyggjunum og 11 úr Suður-Korea.
Kelda: fiskifrettir.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald