2013-12-06 21:00
Tey flestu skipini vóru inni undan óveðrinum, sum var týsdagin, mikudagin og hósdagin, men nú eru nøkur farin avstað aftur.
Svartkjaftaskipini royna sunnanfyri - einar 90 fj. suður úr Suðuroynni á uml. 60N og 6V - (tey sunnastu sum síggjast á myndini frá Vikmar), har eru: Slættaberg, Næraberg, Fagraberg, Christian í Grótinum og Finnur Fríði, eitt íslendskt skip er ávegis á svartkjaftafelti, tað er Beitir.
Partrolararnir og lemmatrolararnir eru eisini úti, fleiri liggja eystanfyri, nakrir sunnanfyri og eitt par liggur norðanfyri.
Línuskipini liggja tey flestu, streymurin er harður, so tey fara helst ikki avstað fyrrenn í komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald