Í gjár vóru 5 ár liðin, síðan gamla Norrøna varð liðugt umvæld og sigldi út á heimsins høv undir navninum Logos Hope.
Sera væl umtókt
Hesi 5 árini hevur skipið siglt á øllum heimsins høvum og hevur vitja 88 havnir í 47 ymsum londum. 3,6 mio. fólk hava hesa tíðina vitja umborð á Logos Hope og kent hitan frá manning og tænastum hjá skipinum.
Logos Hope er sera væl umtókt, har skipið vitjar. Verið tað seg í Hong Kong, Mombassa ella London, so fær skipið altíð sera gott kajpláss, so vitjandi uttan nakað hóvasták kunnu spáka sær umborð og uppliva alt tað, sum skipið hevur at bjóðað.
Tiltøk umborð
Eitt tað mest serstaka við skipinum er stóra audiotoriið, sum er bygt har afturi. Pláss er fyri heili 500 fólkum, og hesin salur verður brúktur dagliga. Túsundtals vitjandi fáa eina uppliving fyri lívið, tá tey vitja stórslidnu tiltøkini umborð.
Bókasøla, ið er heimsins stórsta flótandi bókasøla, verður eisini væl vitja og milliónir av bókum vera seldar hvørt ár.
Føroyingar umborð
Fleiri føroyingar eru við skipunum, og umborð leggja tey ikki fingrarnar ímillum, tá tey rósa m.a. maskinmonnum úr Føroyum, sum ferð eftir ferð hava virkað umborð.
OM vika - FOKUS
Tað er OM, sum sum eigur Logos Hope. Í komandi viku skipar OM fyri stóra tiltakinum FOKUS á Skálafjørðinum, og leygardagin verður eitt serligt tiltak, har Logos Hope verður í fokus.
Í sambandi við FOKUS verður eisini ein "heimsbygd", Global Village, sett upp í gomul hølunum hjá Elding í Saltangará, har tey vitjandi fara at fáa eina uppliving fyri lívið.
Les meira um FOKUS aðrastaðni á heimasíðuni (trýst her).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald