Vinna

4 útlærdir og 4 nýggir næmingar í Tryggingarfelagnum Føroyum

...

2014-09-03 15:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í summar søktu heili 70 fólk um lærupláss í Tryggingarfelagnum Føroyum. Hetta er methøgt. Ongantíð áður hava so nógvar umsóknir verið um lærupláss hjá Føroya størsta tryggingarfelag. Avgjørt var at veita lærupláss til fýra næmingar í ár. Hesir eru nú settir og farnir til verka. Samstundis eru fýra næmingar útlærdir sum tryggingarassistentar.

??tlærdu næmingarnir hjá Tryggingarfelagnum Føroyum eru Hallur Djurhuus, Katrin Jacobsen, Guðrun Joensen og Ásla Leila Johansen. Tvey av hesum halda fram í føstum starvi hjá felagnum.

Nýsettu næmingarnir eru somuleiðis farnir til verka. Tey eru Tórur Spangenfeldt Hansen, Høgni Midjord, Vár Rógvadóttir og Bogi Berg. Lærutíðin hjá næmingunum er tvey ár.

Vælumtókt arbeiðspláss

Regin Hammer, forstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, fegnast um stóra áhugan fyri læruplássum á Kongabrúnni og á deildunum kring landið. "Hetta er tekin um, at Tryggingarfelagið Føroyar er eitt gott og dámligt arbeiðspláss, sum av góðum orsøkum dregur nógv og skilagóð fólk afturat sær. Somuleiðis er hugaligt at síggja, at nógv ung fólk velja Føroyar, nú tey skulu leggja sína yrkisleið út í kortið" sigur forstjórin.

Vit velja Føroyar

Tað er ein sannroynd, at fólkatalið í Føroyum støðugt minkar, og annarhvør føroyingur, sum fer av landinum at lesa, verður verandi uttanlands. ???Avbjóðingin er stór, men Tryggingarfelagið Føroyar vil eisini vera við til at venda gongdini. Vit síggja tað tí sum eina samfelagsskyldu at veita so nógv og góð lærupláss sum gjørligt til føroyska ungdómin,??? sigur Regin Hammer at enda.

Tryggingarfelagið Føroyar er saman við øðrum føroyskum fyritøkum við í átakinum "Vit velja Føroyar". Endamálið við átakinum er, at venda skeivu gongdini og aftur geva føroyingum hug og orsøkir at lesa, búgva og virka í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder