2014-09-19 14:45
4 trolarar skulu í dag landa til Faroe Origin í Runavík, tilsamans hava teir góð 500-túsund pund av upsa.
Í morgun landa Rókur og Lerkur, teir hava 300-túsund pund, Rókur og Lerkur hava roynt eystanfyri, teir hava verið úti í eina viku.
Seinnapartin koma Heykur og Falkur á Runavík við 210-túsund pundum, sum teir hava fiskað í tríggjar dagar, teir hava eisini roynt eystanfyri.
??ll skipini hjá Faroe Origin fara nú aftur á makrelveiðu, sum byrjar leygarkvøldið á midnátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald