JN

39-ára gamli fekk ein dóm uppá tríggjar mánaðar

...

2019-12-20 20:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað var mánakvøldið í síðstu viku, at eitt mál í Miðvági endaði heldur keðiligt. Har m.a. ein maður skeyt eftir løgregluni, og so skeyt løgreglan aftur. Maðurin ið bleiv skotin av løgregluni liggur í løtuni á Ríkissjúkrahúsinum.

Ein annar maður bleiv handtikin á staðnum, og ákærdur fyri at hava roynt og hótt við at skalla átaksleiðarin hjá løgregluni.

Tann 39-ára gamli maðurin fekk í dag dóm, hann fekk tríggjar mánaðar fongsulrevsing. Hann skal sita tann eina av teimum, og hinir báðir mánaðirnir eru treytaðir.

Ákærin skrivar á Twitter at, teir hava lagt dent á, at tann dømdi maðurin er í familju við tann sum skeyt eftir løgregluni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder