2015-04-16 04:25
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Í kvøld eru 33 útlendsk svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi. Tey flestu eru á feltinum sunnast í føroyskum sjógvi, heilt suður ímóti ES-markinum, men øll eru ikki har, summi eru ávegis suður og 4 eru í havn í Føroyum, har fiskurin verður umskipaður.
Frá gulllaksaskipunum verður sagt, at tað er ikki roynandi sunnast í føroyskum sjógvi fyri stóru svartkjaftaskipunum.
Tey 33 skipini eru: 20 russisk, 10 íslendsk, 2 norsk og 1 grønlendskt skip.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald