2014-01-29 02:11
Í dag hevur verið innskriving til 1. flokk til komandi skúlaár við Skúlan á Giljanesi. 31 næmingar eru innskrivaðir at byrja í 1. flokki - 17 úr Miðvági, 13 úr Sandavági og 1 úr Vatnsoyrum, men sambært fólkayvirlitinum so skuldi tað verði 35 næmingar sum byrja í 1. flokki komandi skúlaár.
13 av teimum innskrivaðu næmingunum eru eisini tilmeldaðir tilboðið Litir í Leiki - har ljóðføris- og tónleikaundirvísing í víðastu merking eru sameind við vanligu frálæruna í fólkaskúlanum og verður dagligur partur av skúladegi næminganna fyrstu 3 skúlaárini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald