2014-12-27 01:57

Sambært nýggjastu hagtølunum frá Hagstovu Føroya so búðu 3.018 fólk í Vága sýslu 30. september í ár.
Harav búðu 1.985 í Vága kommunu og 1.033 í Sørvágs kommunu.
Fólkatalið er støðugt økt í Vága sýslu tey seinastu mongu árini. Um vit taka tølini fyri ár 2000, so búðu tilsamans 2.637 fólk í Vága sýslu, harav búðu 1.646 í teimum bygdunum, sum nú er Vága kommuna, og 991 búðu í teimum bygdunum, sum nú er Sørvágs kommuna.
Einki er at ivast í, at her hevur Vágatunnilin sína ávirkan.
Sí myndirnar niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald