Vinna

3000 sjóvinnubrøv endurnýggjast í ár

...

2021-04-16 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sjóvinnustýrið heitir á øll sjófólk, hvørs sjóvinnubrøv ganga út í 2021, um at søkja um endurnýggjan í góðari tíð. Roknast kann við eini viðgerðartíð á 4-6 vikur restina av árinum.

Orsøkin til longdu viðgerðartíðina er, at í 2016 skuldu meira enn 3000 sjófólk endurnýggja sær pappírini vegna broytingar í altjóða sáttmálunum fyri sjóvinnubrøv til handilsskip. Nú fimm ár eru liðin, ganga hesi út, og tey skulu tí aftur endurnýggjast. Vit vænta tí nógvar umsóknir og longri viðgerðartíð enn vanligt.

Tað er møguligt at søkja 6 mánaðir, áðrenn sjóvinnubrævið gongur út, og umsóknin skal sendast talgilt á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum, vb.fma.fo.

Vit heita tí á sjófólk um at kanna, um teirra vinnubræv gongur út í ár, og at søkja um endurnýggjan online skjótast til ber.

Sjóvinnustýrið, 15. apríl 2021

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder