Fyribils tøl fyri Country- & bluesfestuvalin, sum var í Sørvági í vikuskiftinum, siga at 3000 fólk vóru til festivalin, tað er ein munandi økjing frá í fjør, tá ið gott 2000 fólk vóru.
Tá ið vit spyrja fyrireikarnar, um tey eru nøgd við festivalin, siga tey.
Vit eru væl nøgd við ársins Country- & bluesfestival. Alt gekk upp í eina hægri eind. Góður tónleikur, góður stemningur, gott lag á fólki og gott veður. Vit eru serstakliga glað og takksom fyri alla tað hjálp og stuðul vit hava fingið frá øllum, ikki bara frá lokala fólkinum í Sørvági, men frá allari oynni og teimum vitjandi, uttan alla tað stóru hjálp, hevði ikki borið til at stáplað eitt so stórt tiltak saman.
Skráin helt aftur í ár uttan nakra seinking og tað takka vit Robert McBirnie, pallsamskipara, nógvar ferðir fyri, hann gjørdi eitt megnar arbeiði, at halda skil á øllum fyri at fáa sett gongd á pallarnar.
Country- & bluesfestivalurin í Sørvági verður í næsta 5. og 6. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald