2013-08-30 00:54
Tað hevur verið tjúkt í toku vestanfyri allan seinnapartin, men enn hevur tað ikki tarnað flogferðsluni. Í løtuni er kanska ivasamt um tað er lendandi. Trý flogfør skulu koma í kvøld, tað fyrsta skal lenda kl. 20.10, tað næsta kl. 20.12 og tað seinasta skal lenda kl. 20.40. Um øll hesi lenda í kvøld, so eru 10 flogfør avgreidd um Vága Floghavn í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald