Í kappingini VOLVO Kring Føroyar 2014, sum í dag er súkklað í Suðuroy, endaðu 2 súkklarar og høvuðsdómarin á Suðuroyðar Sjúkrahúsi.
2 av súkklarunum duttu ávegis oman til Fámjin, sjúkrabilur var skjótur á staðnum og flutti báðar mennirnar á Suðuroyðar Sjúkrahús. Annar súkklarin var skjótt útskrivaður, hann hevði fingið snuddir í høvdið og annan armin, men ikki álvarsamt. Hin súkklarin liggur enn á sjúkrahúsinum til kanningar og verður liggjandi í øllum førum til í morgin, hann hevði fingi løst í bróstkassan.
Eisini høvuðsdómarin endaði á sjúkrahúsinum, hann fekk hjartatrupulleikar, men støðan er hampulig, tó varð hann ikki útskrivaður í kvøld.
Vit ynskja teimum báðum góðan bata.
Meira um súkklingina um eina løtu.
Sunnumorgun 27. juli: Norski súkklarin og høvuðsdómarin, sum í gjár vórðu fluttir á Suðuroyðar Sjúkrahúsið, eru báðir útskrivaðir í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald