JN

297 parkeringspláss á Vestaru bryggju.

...

2017-04-19 16:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nógva virksemið á Vestaru bryggju krevur pláss til parkering. ??kið verður skipað, og tá ið hetta er liðugt, eru tilsamans 297 parkeringspláss á Vestaru bryggju. Hetta hevur Vinnunevndin samtykt. Málið hevur verið til hoyringar hjá viðkomandi pørtum.


- Nógv starvast á Vestaru bryggju, og tað fer at leggjast aftrat við fólki, og tí eru vit farin undir at fyrireika parkeringspláss til leigarar, kundar og vitjandi, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini.

Í Sjóvinnuhúsinum fer vinnan, Fróðskaparsetrið og íverksetan at húsast undir somu lon á 7000 fermetrum. Fyrstu leigararnir eru fluttir inn, og longu nú sita 28 íverksetarar í Hugskotinum á triðju hædd í bygninginum. Samstundis eru tvær hæddir í Saltsiloini bodnar út til vistveiting hjá privatum at reka. Talan er um eina gólvvídd á 591 fermetrar. Umframt alt hetta er nógv annað virksemi á Vestaru bryggju. Og hetta krevur øki, har fólk kunnu seta bilin.

Eftir ætlan verður parkeringsplássið liðugt, áðrenn fleiri vinnuligir leigarar og Fróðskaparsetrið flyta inn. Málið hevur verið til hoyringar, og hoyringssvar eru komin inn. Onkur tillaging verður gjørd, og so er klárt at merkja upp.

- Vit vilja bæði menna Tórshavnar kommunu sum vinnubý og lestrarbý, og at vit nú fara at skipa og gera nógv parkeringspláss á Vestaru bryggju, fer at stiðja undir hetta, sigur Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini.

Tekningin yvir økið er fyribils, so tí er ikki talan um endaligu tekningina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder