JN

250 hava meldað seg til sms-skipanina í 2021

...

2022-01-02 11:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í desember mánaði meldaðu 68 føroyingar seg til sms-skipanina hjá Fólkaheilsuráðnum, og í mai - juni 2021 vóru tað 70, sum meldaðu til ??? hetta seinasta skyldast, at altjóða roykfríur dagur var hin 31 mai.

Roykingin er í støðugari minking. Seinastu kanningarnar hjá Fólkaheilsuráðnum vísa, at 17% av teimum vaksnu føroyingunum roykja dagliga. Hetta var fyri 20 árum síðan meira enn dupult so nógv, sum tað er nú, tá vit lógu á 39 prosentum.

ESPAD-kanningin frá 2019 vísti, at tey 15 ára gomlu liggja nú niðan fyri 7% í dagligari royking, samanborið við fyri 10 árum síðan, har tað vóru tríggjar ferðir so mong, nevniliga 20% av teim 15 ára gomlu. Tað verða kanska hesi, sum fara at vísa teimum vaksnu vegin til tað roykfría lívið ??? hvør veit?

Í mai søgdu vit frá, at 80% av teimum, sum roykja ??? ynskja at leggja av. Kanningar vísa, at ein helmingur av teimum, sum melda til sms-skipanina - vinna á roykingini. Hagtøl siga eisini, at fyri hvørja ferð, tú hevur roynt at leggja av, uttan at tað hevur eydnast, eru sannlíkindini fyri, at tað ber til næstu ferð, størri enn frammanundan.

Fólkaheilsuráðið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder