Í juni vóru 23.934 løntakarar, áleið tað sama sum í mai og eini 250 fleiri enn við ársbyrjan. Størsti vøksturin fyrra hálvár var í februar, tá tað komu yvir 100 løntakarar aftrat, annars hevur vøksturin verið meira hóvligur.
300 fleiri løntakarar, harav 270 í byggivinnuni
Løntakarar eftir vinnugrein eru ikki árstíðarjavnaðir, so her verður samanborið við sama mánaða árini frammanundan.
Í juni vóru 24.165 løntakarar og tað er 299 fleiri enn fyri einum árið síðani. At kalla allur vøksturin er innan byggivinnuna har 269 fleiri eru, í hinum høvusðvinnugreinunum eru bert smærri broytingar, ein lítil afturgongd í fiski- og alivinnuni og lítil framgongd í tænastuvinnunum.
Dagførd og útgreinað tøl eru tøk í hagtalsgrunninum
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald