2014-09-26 23:38
FSF: Vegna syrgiligu vanlukkuna hósnáttina, hevur Kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at allir dystirnir í EFFO-deildini hetta vikuskiftið, eru fyribils útsettir
Hósmorgunin bórust tungu boðini um, at EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariassen, hevði latið lív í eini syndarligari arbeiðsvanlukku í Havn hósnáttina.
Í hesum sambandi hevur Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at allir dystirnir í 24. umfari í EFFO-deildini fyribils eru útsettir.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald