2021-07-20 11:22
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Skip og bátar, sum koma úr útlendskari havn, ella sum hava fingið ótollaða vøru umborð, skulu nú boða tollvaldinum frá í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn komið verður í føroyskt tolløki, t.e. 12 fjórðingar úr landi. Eru minni enn 24 tímar at sigla, skal boðast frá í seinasta lagi 1 tíma, eftir at farið er úr útlendsku havnini.
Fráboðanarskyldan er galdandi fyri øll sjófør. Føroysk sum útlendsk.
Gamla fráboðanarskyldan var 4 tímar. Broytingin er lýst í kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald