2013-11-22 01:21
Tíðindaskriv 21. november 2013
230.000 krónur frá Kiwanis til vælgerðandiendamál
Á sjálvum barnarættardegnum í gjár handaði Kiwanis Tórshavn 230.000 krónur til vælgerðandifelagsskapir, sum gera eitt stórt og gott arbeiði á hvør sínum øki, ið millum annaðeru børnum og ungum at frama.
Myndir: HilbertElisson
Teir tríggir felagsskapirnir, Krabbameinsfelagið, Fountain House Grunnurin ogÍtróttarsambandið fyri Brekað, ÍSB, fingu hvør sína peningagávu frá KiwanisTórshavn fyri teirra stóra og munagóða arbeiði, sum tey gera á hvør sínumtýdningarmikla øki.
Krabbameinsfelagið, ið arbeiðir fyri krabbarakt og avvarðandi teirra, fekkhandað ein kekk á 100.000 krónur.
Somu upphædd fekk Fountain House Grunnurin, ið arbeiðir fyri at fáa bygt eitthús til ung fólk við sálarligum trupulleikum, sum kunnu vera í vanda fyri attaka sítt egna lív.
Triðja gávan frá Kiwanis Tórshavn fór til ÍSB, ið arbeiðir fyri best møguligumumstøðum at íðka ítrótt hjá fólki við breki. Hendan gávan er oyramerkt til tværserútgjørdar súkklur, ið kosta umleið 30.000 krónur at útvega.
- Eg havi næstan ikki orð fyri, hvussu takksom vit eru. Hetta er einviðurkenning av okkara arbeiði, sum í stóran mun verður gjørt av sjálvbodnum.Okkara fremsta uppgáva er at vera talirør hjá teimum, sum eru rakt av krabba.Bæði teimum sjúku og teirra avvarðandi, segði Jansy Gaardlykke, dagligurleiðari í Krabbameinsfelagnum, tá hon fekk handað kekkin.
Gávan til Krabbameinsfelagið er oyramerkt arbeiði fyri krabbarakt børn ogfamiljur teirra.
- Vit vita tað, at umstøðurnar á Eirargarði ikki eru serliga góðar til ung fólkvið sálarligum trupulleikum. Tí er stórur tørvur á hesum húsinum, segði MortanRasmussen, nevndalimur í Fountain House Grunninum.
Hann vísti á, at í fíggjarlógaruppskotinum hjá Løgtinginum eru av settar tværmió. krónur, men tað er til rakstur av komandi húsinum og ikki bygging. Tí ertørvur á at savna inn pening, so farast kann undir at byggja.
- Vit hava brúk fyri einum húsi, ið er fleksibult og brúkarastýrt, og slíkar umstøðureru ikki á Eirargarði, segði Súsanna Winther Poulsen, ið somuleiðis ernevndalimur í Foutain House Grunninum.
Súsanna vísti á, at fyrsta húsið av slíkum slagi kom í New York longu í 1940.
Tróndur Ravnsfjall, ið er ítróttarráðgevi hjá ÍSB, fegnaðist somuleiðis umgávukekkin til felagsskapin.
- Hetta verður ein góð hjálp hjá fólk við breki, tá tey millum annað fyrireikaseg til kappingar uttanlands, sum tey altíð gleða seg so ómetaliga nógv til,segði Tróndur Ravnsfjall.
Kiwanis, ið hevur sum høvuðsendamál at betra um umstøðurnar hjá børnum íFøroyum, letur javnan gávur, ið fyrst og fremst koma frá árligu jólatræðssøluniog frá einum føroyskum báti, sum á hvørjum ári verður lutaður burtur á ??lavsøku.
Felagsskapurin hevur millum annað latið pening til Javna, spælistovu áLandssjúkahúsinum, Hotel Tórshavn í Keypmannahavn og Sjómansheimið ??rkina íReykjavík. Ein annar partur av hjálpararbeiðinum er at stuðla familjum viðfaðir- ella móðirleysum børnum.
Orðið ???kiwanis??? stavar úr indianskum máli og merkir ???vit byggja???. UmframtKiwais Tórshavn eru tveir aðrir felagsskapir í Føroyum. Tað eru Kiwanis Rósan íHavn, ið er fyri kvinnur, og Kiwanis Eysturoy, sum liggur í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald