Farna vikuskifti varð skipað fyri dómaraskeiði í FSF-húsinum, og ikki kann sigast annað, enn at undirtøkan var góð.
Tað var stór undirtøka, tá Fótbóltssamband Føroya farna vikuskifti skipaði fyri dómaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. 23 luttakarar vóru til skeiðið, og er hetta nakað av tí mesta, ið hevur verið á einum og sama dómaraskeiði hjá FSF.
Luttakararnir komu nærum úr øllum landinum, umboðandi níggju feløg. Men kortini kundi Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá FSF, hugsað sær, at fleiri feløg sendu umboð á dómaraskeiðini.
- Tað vísir seg, at tað nærum hvørjaferð eru somu feløg, ið senda umboð á dómaraskeið, og tí hevði verið hugaligari, um fleiri feløg komu við. Tørvurin á dómarum er stórur, serliga uttanfyri meginøkið, og vit hava allatíðina brúk fyri nýggjum dómarum. Men sum heild eru vit nøgdir við undirtøkuna, ið hevur verið á seinastu skeiðunum, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari.
Eftir skeiðið fingu allir luttakararnir prógv sum FSF-dómari, ið gevur rætt til at døma dystir í Dreingir U18, 2. deild menn, 1. deild kvinnur, og annars allar lægri deildir, fyriskipaðar av FSF.
Instruktørar vóru Lassin Isaksen, Tummas Pauli Olsen og Niklas á Líðarenda, og at hjálpa sær høvdu teir tríggjar nýggjar dómarainstruktørar, Róa Jacobsen, Jóhan Petur Michelsen og Petur Reinert.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald