2014-05-12 20:14
Í súkklukappingini Giro d`Italia, sum í hesum døgum er starta í Dublin í Írlandi, áðrenn leiðin gongur til Italia, var ein bumbuhóttan í gjár. Tað vísti seg at verða alvor - løgreglan fann eina 23-kg tunga bumbu á málstrikuni.
Tað var bara nakrar fáar tímar áðrenn Marcel Kittel, sum tann fyrsti kom um málstrikuna í Írska høvusstaðnum, at spreingiklár bilbumba var funnin tætt við.
Tað skrivar TV2.dk við The Independent, sum keldu.
Ein maður í 50'inum, sum verður hildin at hava samband við IRA, er handtikin. Bilurin, sum bumban var funnin í, hevði norðurlenskar nummarplátir. Bumban var funnin á einum hotelli í býnum, og tað verður hildið, at hon er komin úr Belfast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald