JN

23 ára gamal tikin fyri rán í Klaksvík

...

2014-03-18 18:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
KVF.fo skrivar: Politiið tók í gjár ein 23 ára gamlan mann, ið er skuldsettur fyri rán i Klaksvík sunnunáttina, tá ein maður varð álopin á miðjari nátt

Politiið tók í gjár ein 23 ára gamlan mann, sum er skuldsettur fyri rán i Klaksvík sunnunáttina. Maðurin er við einum russiskum skipi, sum liggur í Klaksvík.

Maðurin hevur sagt politinum, at hann minnist einki frá sunnunáttini, tí hann var fullur. Skuldsetti maðurin skal í Føroya rætt í dag.

Tá fer ákæruvaldið at royna at fáa málið avgreitt, so skuldsetti maðurin, verður hann dømdur soleiðis, sum ákæruvaldið vil, kann fara inn at sita dómin alt fyri eitt.

Hoyr herVaknaði við kaldan dreym tá tjóvar stóðu í stovuni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder