Svartkjaftakvotan verður meir enn 90.000 tons størri enn í ár
Føroyar fáa yvir 90.000 tons afturat av svartkjafti næsta ár, nú fiskifrøðingarnir í ICES halda, at heildarkvotan í 2014 kann vera 950.000 tons. Sambært avtalu millum strandarlondini frá 2005 eiga Føroyar 26,1 prosent av kvotuni. Sambært tí fáa Føroyar 247.000 tons av svartkjafti næsta ár. Í ár er føroyska kvotan 155.000 tons. Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið lítil seinastu árini. Samstundis hevur tilgongdin verið góð. Hetta ger, at stóra niðurgongdin í stovninum, sum var síðani 2004, er steðgað. Svartkjaftastovnurin er nú í støðugari menning, sigur ICES. ICES heldur eisini, at makrelkvotan næsta ár kann hækka 64 prosent, men sildakvotan má minka 32 prosent. Strandarlondini eru framvegis ikki samd um makrel og sild, so enn er óvíst, hvussu nógvan makrel og hvussu nógva sild, føroyingar hava næsta ár. 14. og 15.oktober hava strandarlondini fund um svartkjaftin, 16.-18.oktober um sildina og 22.-25.oktober er makrelurin á dagsskránni. Allir fundirnir vera í London, tað skrivar kvf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald