Vinna

205.544 ferðafólk um flogvøllin higartil í ár

...

2013-11-07 18:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sambært nýggjastu hagtølunum frá Vága Floghavn, so økist ferðafólkatalið enn um floghavnina. Higartil í ár hava 205.544 fólk ferðast um Vága Floghavn, somu tíð í fjør var talið 196.017, tað svarar til eina øking uppá 4,9%.

Ferðafólkatalið í oktober 2013 var tó heldur minni enn í oktober 2012, í oktober í ár ferðaðust 19.111 fólk um flogvøllin, móti 20.669 í oktober í fjør - tað eru 1.558 færri í ár, sum svarar til eina minking uppá 7,5%.

Sí eisini myndina niðanfyri, sum vísir gongdina higartil í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder