Vinna

2 ferðamannaskip á Havnini

...

2015-05-22 00:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag hava tvey ferðamannaskip vitja á Havnini, tey vóru norska skipið FRAM og AZORES úr Porturgal.

Fram er 117 metrar langt og kann hava 317 ferðafólk umborð, Fram fór av Havnini seinnapartin við kós til Íslands, teir verða í Reykjavík leygarmorgunin.

Azores er 160 metrar langt, tað kann hava 550 ferðafólk umborð, Azores loysti í kvøld við kós móti Kirkwall, har teir verða fyrrapartin í morgin.

Vit tóku hesar myndirnar í Havn í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder