JN

19. mars ??? ein merkisdagur í Føroya søgu

...

2014-03-20 05:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dagurin í dag, tann 19. mars er ein heilt serligur merkisdagur í Føroya søgu, tí henda dag lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum.

Danmark fekk sína Bíbliu longu í 1550, Svøríki í 1541 og Ísland í 1584. Men eftir trúbótina um miðja 16. øld bleiv kirkjumálið í Føroyum danskt, og føroyingar komu sostatt bert at brúka ta donsku Bíbliuna, og ikki fyrr enn 400 ár eftir at brøðratjóðir okkara høvdu fingið Bíbliuna á egnum máli, fingu vit hana.

Maðurin, sum framdi hetta stóra verk, at týða alla Bíbliuna til føroyskt, var Victor Danielsen. Victor var søldfirðingur, føddur 28. mars 1894, sonur Daniel Jacob Danielsen, sýslumann, sum var havnarmaður, og Onnu Malenu Weihe, sum var úr Søldarfirði.

Victor kom til Havnar á læraraskúla í 1911, og um summarið 1914 fekk hann prógv. Meðan hann er í Havn, kennir hann seg kallaðan av Gudi og fer at ganga á møti í Meinigheitshúsinum. Hann sigur sjálvur soleiðis frá: ???Um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til mín. Nú var tíð at venda við og verða frelstur, tað mátti ikki steðga. So fór eg á møti hjá Guds børnum; har væntaði eg mær at fáa hjálp og fekk hana eisini. Eg fann mín frelsara tá???.


Hetta hendi fyri júst 100 árum síðani. Tá ið Victor hevði fingið læraraprógv, fór hann inn aftur á Skálafjørðin og varð settur sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv røkti hann bert í einar 6???7 mánaðir.

Hann fór at lesa lestur í skúlanum í Søldarfirði, tí ungur sum hann var, kendi hann seg óbúnan at tala. Men skjótt byrjaði hann at prædika sjálvur. Røringur kom í, fleiri fólk vórðu umvend, og tá ið Victor ikki slapp at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni. Hann gavst við lærarastarvi sínum, tí hann kendi, at Gud kallaði hann til eitt verk fyri seg, og hann fór so við og við at virka sum trúboðari innan fyri brøðrasamkomurnar.

??ll, sum vita eitt sindur um føroyska søgu, síðan føroyingar fóru at vakna tjóðskaparliga í síðstu øld, kenna eisini søguna um stríðið fyri móðurmálsins rætti í skúla og kirkju. Her var Jákup Dahl fremsti stríðsmaður, og hann gjørdi eitt stórt verk fyri at royna at fáa móðurmálið inn í kirkjuna. Men hann stríddist ímóti trongskygni og myndugleikum, sum hildu uppá, at føroyskt ongantíð kundi gerast mentamál. Føroyskt kundi ikki brúkast á tí andliga økinum, og bleiv tað kirkjumál, fór tað at byrgja okkum inni og køva okkara andslív.


Jákup Dahl dugdi at síggja, at skuldi føroyskt sleppa inn í kirkjurnar, so var alneyðugt at fáa týtt Bíbliuna til føroyskt. Hetta fór hann eisini av álvara undir í 1921, tá ið hann gav út Sálmarnar og Orðtøkini í Gamla Testamenti, og hann helt fram at týða alt Nýggja Testamenti.

Einki er natúrligari enn at dýrka Gud á sínum egna móðurmáli, og av tí at brøðrasamkoman alla tíðina hevur staðið púra leys av fólkakirkjuni og øðrum siðbundnum stovnum, so var einki, sum forðaði fyri, at móðurmálið her fekk sín sjálvsagda rætt. Tørvurin á føroyskum skrivligum tilfari var sjálvandi stórur, og her bleiv Victor Danielsen ein fongur.


Andrew Sloan hevur greitt frá, at hann var í Skotlandi í 1934 og hitti har skrivaran hjá National Bible Society of Scotland, Dr. Knight. Hann spurdi Andrew, um føroyingar høvdu áhuga fyri at fáa partar av Nýggja Testamenti á føroyskum, t.d. Jóhannesar Evangelium. Um so var, skuldu teir lata pappírið.


Andrew Sloan helt, at føroyingar høvdu ikki áhuga fyri bert at fáa eitt lítið stykki av Bíbliuni, teir høvdu jú norskar og danskar Bíbliur og vóru vanir at lesa í teimum. Men um møguleiki var fyri at fáa alt Nýggja Testamenti, so var tað nakað heilt annað. Dr. Knight játtaði at lata pappírið til hetta.
Andrew kom heimaftur og tosaði við leiðandi menn innan fyri brøðrasamkomuna, Jens av Reyni og aðrar. Teir vóru ógvuliga áhugaðir og spurdu so Victor, um hann vildi týða.

Victor hevði longu tá prógvað síni bókligu evni ??? hevði skrivað og serliga týtt stórt tal av sálmum og sangum og eisini givið fleiri bøkur út, m.a. skaldsøguna, ???Aðru ferð???. Tá ið hann nú varð biðin um at fara undir bíbliutýðing, so helt hann í fyrstuni, at hetta var ov torført fyri hann, men sum tíðin leið, tók hann kortini avgerð um at fara at týða.

Vit lata Victor sjálvan siga frá.Í grein í 1952 sigur hann soleiðis: ???Í 1934 byrjaði eg at umseta Nýggja Testamenti. J. Dahl var longu nøkur ár frammanundan liðugur at umseta tað. Nýggja Testamenti hjá Dahl var eisini prentað, men í so fáum eintøkum, at tað ikki kundi gerast almannaogn, og einki hoyrdist um, at ætlanin var at prenta tað uppaftur. Um várið 1937 var umseting mín liðug at prenta. Ikki fyrr enn stutt frammanundan hoyrdist, at Dahls Nýggja Testamenti var farið til prentingar, og nú gekk skjótt at fáa tað liðugt. 3 vikur eftir, at mítt var komið út, kom hansara eisini. Sama ár var tað autoriserað???.


Tá ið Nýggja Testamenti var komið út í 1937, fór Victor beinanvegin undir at týða Gamla Testamenti. Hann sigur sjálvur soleiðis frá í somu grein í 1952:


???Í mars 1937 byrjaði eg at um seta Gamla Testamenti og var liðugur í mai 1939 (í kladdu). Síðani revideraði eg Nýggja Testamenti frá 1937, og sonur mín maskinskrivaði alla Bíbliuna fyri meg.???
???Vit skuldu so lata hana prenta í Oslo og høvdu fingið rættlestur av knappliga 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan av 1947, prenting viðvíkjandi. Tá varð farið undir at prenta Bíbliuna í Føroyum. Men tá las eg aftur alt handritið ígjøgnum, bæði G.T og N.T. og revideraði málið rættiliga nógv.???


Bíblian var liðugt sett á ??lavsøku 1948 og kom út hin 19. mars 1949.

Í 1961 ??? sama ár sum tann føroyska bíbliutýðingin hjá Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø kom út, skrivaði Andrew Sloan m.a. hetta í minningarorðum um Victor:

???Victor Danielsens týðing av Nýggja Testamenti í 1937 var lagað eftir, sum málbrúkið var tá millum vanlig fólk, og varð serliga hugsað um tann stóra flokkin av eldri fólki, sum ikki hevði lært at lesa móðurmálið, og tey mongu, sum nóg illa og als ikki lósu føroyskt. Hetta duga mong av teimum yngru í dag ikki at skilja.

Men tá ið farið varð undir útgávu av allari Bìbliuni á føroyskum aftan á heimsbardagan, var so stór málslig broyting farin fram, at Victor fór undir at revidera fyrru umseting sína. Tá ið so henda Bíblian kom út í 1949, hevði hon, sum Líggjas Húsgarð skrivaði tá, ???ein málbúna so fagran og fríðan???.???

Og Andrew Sloan skrivar víðari:

???Var tað so, at teir føroysku sálmarnir í 1920 og fylgjandi árini komu at ávirka og bøta nógv um málbrúk teirra, sum nýttu hesar sálmar, so kendist hetta mangan meiri so, tá ið hin føroyska Bíblian kom út millum fólk.

Hetta er tó lítið í sammeting við hin andaliga týdning, tað hevur havt og framvegis hevur, at vit hava havt alt Guds Orð á móðurmálinum hesi seinastu 12 árini (skr. Í 1961). Og næst Gudi hava vit Victor Danielsen at takka, fram um øll onnur, fyri hesa stóru ogn, sum hann við sínum ríku evnum, kunnleika og áhaldandi ágrýtni, saman við gudsótta og kærleika til Orðið, hevur veitt okkum???.

Jú, sanniliga hevur Bíblian á føroyskum máli í ikki minni enn tveimum týðingum havt ómetaligan týdning fyri okkara fólk hesi nú mongu ár ??? ja, vit duga als ikki at meta um tað ??? og mín bøn er, at vit framvegis sum fólk skulu hava virðing fyri Guds Orði.

Eg skal enda við hesi vøkru yrking hjá Alfred P. Gibbs, sum Sigurd Berghamar hegnisliga týddi:

Bíblian hin kæra,

dýri skattur vár,

ævinleikans Orðið

grøðir sálarsár.

Boð hon ber frá Gudi,

synd fordømir hann,

men við Kristi deyða

øll hann frelsa kann.

Lív mær gevur Orðið,

mettar mína sál,

veitir vápn til verju,

ráð til dagsins mál,

hevur fjøld av lyftum,

lýsir mær mín veg,

og í hvørjum tørvi

hjálp har finni eg.

Ognist mær so Orðið,

trúgv mín, mennist hon,

treingist trá til álit

á Guds egna Son.

Tryggur í hans ørmum

lýðin gerist eg,

vaksandi í náði

gangi Harrans veg.

Jógvan á Lakjuni


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder