?? fegnast í dag um, at 444 lesandi hava skrásett seg og fáa seinni í mánaðinum ókeypis lestrarkort. Avtalan er gjørd í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
* Freistin at skráseta seg var fríggjadagin 1. november, og ikki kann sigast annað enn, at tað hevur gingið ómetaliga væl, sigur Hanus Samró, stjóri av ??.
Síðst í september fingu 1370 lesandi lestrarkort, men freistin at skráseta seg varð longd, so lesandi fingu nakrar mánaðir afturat. Tann freistin var fríggjadagin 1. november. Seinastu tríggjar mánaðirnir hava 444 lesandi skrásett seg afturat. Sostatt verða tað tilsamans 1814 lesandi, ið koma at njóta ágóðan av lestrarkortinum.
* Vit eru nøgdir við skrásetingarnar. Tað eru umleið 4000, ið nema sær útbúgving í Føroyum, so vit eru ómetaliga fegnir um, at 1814 av teimum hava skrásett seg, tí tað er út við 50% av málbólkinum, sigur Hanus Samró, partaeigari av ??.
?? hevur gjørt avtalu við kaféir, tannlækna, bókasølu, venjingarmiðstøð og klædnahandlar, har lesandi fáa avsláttur við lestrarkortinum. Avtalurnar síggjast á www.o.fo.
* Tað skal sigast, at tað verður ikki møguligt at skráseta seg framyvir, tí vit eru farnir í holt við at fyrireika okkum til komandi skúlaár. Um alt gongur eftir ætlan, so vera lestrarkortini tøk síðst í hesum mánaðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald