Vinna

18 stór og góð neyst verða bygd í Vestmanna

...

2020-07-08 10:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í Vestmanna liggur væl fyri at byggja neyst, eisini er áhugin eftir at sleppa at byggja sera stórur.

Vestmanna kommuna hevur stoypt 18 stórar neystagrundir, sum allar eru seldar. Neystini verða 96 fermetrar í tveimum hæddum, niðara hæddin skal brúkast til neyst, ímeðan ovara hæddin kann innrættast til sethús, sigur Pauli Trond Petersen, borgarstjóri í Vestmanna við okkum á JN.fo.

Tær 18 neystagrundirnar liggja uttanfyri Ellisheimið á Grønanesi, har eru eisinii fleiri onnur neyst.

Borgarstjórin sigur, at teir hava selt allar 18 grundirnar, hann sigur eisini, at enn er bíðilistin langur, har fólk ynskja at fáa neyst í Vestmanna.

Vit tóku myndirnar í farnu viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder